Fráboðanin um at eldur var komin í ein persónsbil í Árnafjarðartunilin kom áleið 20.30 í gjárkvøldið.
Tá vóru tey fýra børnini, sum vóru í bilinum, sum eldur kom í, longu flutt í ein anan bil, ið sjótt slapp úr tunnilin. Tað gekk ikki leingi hjá sløkkiliðnum at sløkkja eldin, men tjúkkur svartur roykur var í tunlinum, og tað var leingi nógvur hiti.
Landsverk boðar frá, at tunnilin var stongdur fyri ferðslu til 01.00.
Peugeot 5008-bilurin, ið eldur kom í, sum nú er á Akstovuni til kanningar
Bilførarin segði í samrøðu við Kringvarpið, at hann og konan fingu skjótt sínar fýra dreingir í ein annan bil, og at tey ikki fingu eyga á nakran eldsløkkjara.
Arbeiðið til at gera nýggju tunlarnar Norður um Fjall verður nú boðið út.
Les eisini: Enn óvist hví eldur kom í bilin í Árnafjarðartunlinum
Bilurin uppkolaður - fólkini hava tað gott
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald