Arnfinn á Birtuni er væl kendur í Føroyum fyri at hava arbeitt fyri at legalisera kannabis. Hann var ímillum stovnarinir av 420 Hampafólk, sum fyri nøkrum árum síðani arbeiddi við frígerðing av kannabis og hevur eisini verið valevni hjá Miðflokkinum áður.
Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, stovnari av nýggja flokkinum, váttar fyri Portalinum, at Arnfinn verður ímillum valevnini hjá flokkinum á næsta løgtingsvalið. Á facebook vanganum hjá flokkinum, ið kallast Framtakið fyri rættinum at velja Kannabis, hevur Arnfinn lagt filmar út saman við Halluri um Ólavssøkuna, tá teir savnaðu undirskriftir inn fyri nýggja flokkinum.
Í gjár váttaði Hallur fyri Portalinum, at flokkurin skjótt er komin á mál við undirskriftainnsavnanini og at næsta stigið verður at fáa undirskriftirnar góðkendar.
Hann segði eisini, at flokkurin hevur samband við fleiri møgulig valevni. Hallur Hjalgrímsson Djurhuus hevur sjálvur boðað frá, at hann stillar upp fyri flokkin.
Les eisini: Framtakið fyri kannabis næstan nokk av undirskriftum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald