Innanlands

Ársfundurin hjá RFF

Ársfundur hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd verður fríggjadagin

2019-04-03 19:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ársfundur hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd verður fríggjadagin hin 5. apríl 2019 í Auditorinum í Smæruni, J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn.

Dagurin verður býttur í tveir partar. Fyrrapartin hoyra vit um arbeiðið at endurskoða ferðslutrygdarætlanina fyri Føroyar. Vit hyggja at ferðsluhugburði og -atburði frá einum heimspekiligum sjónarhorni og eisini fáa vit áhugaverda vitan frá kanning um ferðsluóhapp í Føroyum. Hesin parturin av degnum er almennur.     

Seinnapartin er sjálvur aðalfundurin sum er fyri føstu limirnar, kommunurnar og aðrar limir.

Í 2018 stóð øll nevndin fyri vali. Formaður og tveir nevndarlimir vóru valdir fyri 4 ár, meðan 2 nevndarlimir vóru valdir fyri 2 ár. Onki nevndarval verður tí í 2019.

- Ráðið fyri Ferðslutrygd

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder