Innanlands

Ársins Ambassadørur, Ársins Ambassadørátak og Heiðursambassadørur innan vinnuferðavinnu kosnir

Visit Faroe Islands stovnaði Ambassadørnetverkið í mars 2016 og nú eru gott 100 ambassadørar í netverkinum

2019-04-05 21:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjárkvøldið vórðu ársins ambassadørur og ársins ambassadørákak innan vinnuferðavinnu kosin. Magnus Tausen frá Flogbóltssambandi Føroya varð heiðraður sum ársins ambassadørur og ársins ambassadørátak gjørdist Djóni Eidesgaard fyri ráðstevnuna um barnamishandling og vanrøkt. Harafturat var Pál Weihe kosin at vera heiðursambassadørur fyri hansara slóðbrótandi arbeiði við at savna vitan og halda ráðstevnur í Føroyum.

Visit Faroe Islands stovnaði Ambassadørnetverkið í mars 2016 og nú eru gott 100 ambassadørar í netverkinum. Hetta eru fólk, sum sita í altjóða nevndum og feløgum, og sum á beinleiðis ella óbeinleiðis hátt hava møguleikan at fáa fundir og ráðstevnur til Føroyar. 

Ambassadørdagurin byrjaði í Mullers Pakkhúsi, har fyrilestur var við Jóhonnu Fischer frá TMF Dialogue Marketing úr Frankfurt. Hon røddi um týdningin av ráðstevnum fyri eitt samfelag. Upplagdi týdningurin er tann fíggjarligi, har hesi ferðafólkini leggja um tríggjar ferðir so nógv eftir seg um døgnið enn vanlig ferðafólk. Harafturat skapa ráðstevnur eina røð av positivum árinum á eitt samfelag. Hetta kann til dømis vera vitanin, netverkið og umrøðan, sum verður savnað yvir nakrar dagar, og sum stimbra eitt samfelag.

Síðani hevði Jákup Justinussen, serfrøðingur í sosialum miðlum, ein fyrilestur um, hvussu sosialu miðlarnir Twitter og LinkedIn kunnu nýtast professionelt og vera við til at lyfta persónar fakliga við teirra servitan, og samstundis lyfta Føroyar upp vitanarliga.

Um kvøldið varð veitsla hildin í Silo, har ársins ambassadørur og ársins ambassadørátak vórðu kosin, umframt at eitt serligt heiðursbræv varð handað. Í dómsnevndini vóru Árni Olsen, marknaðarstjóri í Atlantic Airways, Sigurð í Jákupstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya og Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. 

Ársins Ambassadørur 2019

Magnus Tausen frá Flogbóltssambandi Føroya

Flogbóltssambandið hevur í fleiri ár skipað fyri stórum altjóða kappingum í Føroyum. Í 2018 var kappingin fyri EM fyri smátjóðir í U20 hjá monnum. Til kappingina komu 4 lið við 18 leikarum í hvørjum liði. Harafturat vóru tað dupulta av luttakarum tengd at kappingini, sum til dømis hjálparfólk. Eisini var ein gentukapping í januar mánaða 2019. Magnus Tausen er ein sonn eldsál innan flogbóltin í Føroyum. Hann hevur saman við Niklasi Joensen ment flogbóltin frá teimum heilt smáu flogbørnunum til altjóða kappingar fyri ymisku aldursbólkarnar. Á hendan hátt mennir hann ítróttina í øllum liðum, har altjóða kappingarnar eru við til at geva føroysku leikarunum íblástur og avbjóðingar og lyfta flogbóltin á eitt hægri støði.

Ársins Ambassadørátak 2019

Barnabati og Djóni Eidesgaard fyri ráðstevnuna The 10th Nordic Conference on Child Abuse and Neglect

Barnabati tók á seg ábyrgdina at skipa fyri 10. norðurlendsku ráðstevnuni um barnamishandling og vanrøkt. Hetta var ein stór uppgáva við fleiri hundrað gestum yvir fýra dagar, har stór vísundalig og sosial skrá vóru viðvirkandi til eina sera áhugaverda ráðstevnu fyri luttakararnar. Afturat hesum hevði Barnabati orku til at skipa fyri at framleðia 7 filmar, har børn søgdu sína erligu meining um vaksin, og sangin ”Viðkvæmur vøkstur”, sum Marius Ziska saman við Allan Tausen framførdi og framleiddi.

Heiðursambassadørur

Pál Weihe

Pál Weihe hevur langt síðani sæð týdningin at hava ráðstevnur, har vitan verður savnað í Føroyum yvir nakrar dagar. Hann er ein slóðbrótari bæði innan gransking og innan ráðstevnur. Hann byrjaði við ráðstevnum áðrenn føroyska ferðavinnan hevði sæð týdningin av hesum, og har vinnan ikki megnaði at taka ímóti gestunum á einum nóg høgum professionellum støði. Tað er at gleðast um, at Pál enn í dag skipar fyri ráðstevnum, har hann í 2018 fyrimyndarliga savnaði fólk úr øllum heiminum til PPTOX í Føroyum. Hann hevur við sínum ráðstevnum verið við til at lyfta tænastustøðið hjá ferðavinnuni, so hon nú megnar góðskukrøvini frá størri ráðstevnum.

- Visit Faroe Islands

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder