Fríggjakvøldið verður alment tiltak á Búnaðarstovuni í Kollafjarðardali, har úrslitið av Landsseyðasýningini 2018 verður almannakunngjørt.
Sýnsmenn hava verið um landið og sýnað seyðin, sum varð meldaður til Landsseyðasýningina. Teir hava verið í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Sandoy og í Suðuroy.
Á kvøldinum fer Ari Johannesson at vísa videoupptøkur av øllum brundseyðunum, sum vóru meldaðir til landsstýðasýningina í ár.
Síðan fer Debes Christiansen frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at greiða frá verkætlanini viðvíkjandi ridluskriða, og MBM hevur eina kunnandi framløgu um fóður áðrenn úrslitið av sjálvari landsseyðasýningini verða kunngjørd og steypini handað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald