
Fríggjadagin 10. september klokkan 13 bjóðar Íverksetarahúsið inn til árliga dagin, har føroysk íverksetan verður heiðrað. Í tí sambandi verður ársins íverkseti funnin og latin heiðurslønina Granan.
Íverksetarahúsið heiðraði føroyska íverksetan fyrstu ferð í 2009, og hevur gjørt tað hvørt ár síðani.
Tað verður Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum kemur at handa Granan til Ársins Íverkseta 2021.
– Aftur í ár hava vit eina spennandi og fjølbroytta skrá, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.
Høvuðstalarin á Ársins íverksetaradegi verður Rúnar Reistrup, sum millum annað hevur verið stjóri og við í menningini av fyritøkuni Depop, sum fyrr í ár bleiv seld fyri 10 milliardir krónur. Rúnar kemur at greiða frá søguni aftanfyri íverksetaraævintýrið Depop, ið byrjaði sum ein lítil íverksetarafyritøka, og eftir fáum árum bleiv til eina stóra altjóða fyritøku.
Jákup Brúsá, sum er íverkseti og serfrøðingar innan talgilda marknaðarførslu, fer at hava eina framløgu, har hann gevur góð ráð um, hvussu íverksetarar og fyritøkur kunnu marknaðarføra seg á sosialu miðlunum. Eisini greiðir hann frá teimum rákum, ið gera seg galdandi innan sosialar miðlar.
Harumframt fer Maibritt Højgaard, ið er íverseti og sálarfrøðingur, at hava eina framløgu við heitinum “Atferð, ið ber á mál”. Maibritt fer millum annað, at hugleiða um, hvussu íverksetarar í størri mun kunnu røkka sínum málum, og hetta verður út frá einum atburðarsálarfrøðiligum sjónarhorni.
Ársins íverksetaradagur verður hildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 10. september klokkan 13. Tiltakið byrjar við, at Heiðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, bjóðar vælkomin, og síðan setur landsstýrismaður í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, Magnus Rasmussen dagin. Eftir handanina verður netverkan og ábit.
Tiltakið er ókeypis og fyri øll, men tó er neyðugt at tekna seg. Skráin fyri tiltakið sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald