Innanlands

Asfalt verður lagt á treingjandi vegastrekki

Landsverk fer nú undir at asfaltera vegirnar til Elduvíkar, Kunoyar og Syðradals á Streymoynni

Syðradalsvegurin - asfaltering hart tiltrongd (Mynd: Landsverk)

Syðradalsvegurin - asfaltering hart tiltrongd (Mynd: Landsverk)

2019-05-28 18:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gongur spakuliga við at gera neyðugar asfalteringar av føroyska vegakervinum. Við núverandi játtan er bert orka til ein lítlan part av tí, sum Landsverk heldur vera neyðugt.

Í ár eru pengar til ávísar ábøtur, og Landsverk boðar í dag frá, at nú verða trý niðurslitin vegastrekki asfalterað. Talan er um Elduvíkarvegin, Kunoyarvegin og Syðradalsvegin. Harafturat verða nýggj pláss gjørd á Funningsfjarðarvegnum og endurreisan av bilaverju í Fugloy.

Asfaltið á Kunoyarvegnum, Elduvíkarvegnum og Syðradalsvegnum er gamalt og niðurslitið. Kunoyarvegurin var asfalteraður í 1988, og meginparturin av Elduvíkarvegnum er ikki asfalteraður síðani 1977. Í ár verða hesir vegir endurasfalteraðir. Talan er fyrst og fremst um at bøta vegirnar, og síðani asfaltera oman yvir við sprændum asfalti.

[object Object]Elduvíkarvegurin (Mynd: Landsverk)

Sprænt asfalt var nógv brúkt fyrr, og er væl egnað til vegir við minni ferðslu. Tá ræður um Kunoyarvegin, verður allur vegateinurin asfalteraður við spræniasfalti, meginparturin av Elduvíkarvegnum fær somuleiðis nýtt spræniasfalt, meðan partar av Syðrardalsvegnum verða asfalteraðir av nýggjum við heitum asfalti. Orsøkin er, at hesin teinurin er so illa farin, at spræniasfalt ikki kann brúkast har. Øll asfaltarbeiðini verða gjørd nú í summar.

Landsverk er somuleiðis farið undir at gera møtipláss við Funningsfjarðarvegin. Talan er um teinin frá frákoyringini Millum Fjarða til bygdina í Funningsfirði, har vegurin í støðum er ov smalur hjá bilum at møtast. Hetta er fyrsta stigið í arbeiðinum  at dagføra Funningsfjarðarvegin.

Í ár eru 2,5 mió. krónur settar av til hetta arbeiðið. Seinni í ár verða umleið 400 metrar av vegateininum breiðkaðir.

Í Fugloy hevur Landsverk eisini umvælt bilverjuna oman móti bygdini á Kirkju. Bilverjan varð tikin av vindi í vetur, men er nú endurreist.   

[object Object]Bilaverjan á Kirkju verður endurreist (Mynd: Landsverk)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder