Innanlands

Asfaltera á Stangavegnum í morgin og týsdagin

Partur av Stangavegnum í Klaksvík verður stongdur fyri ferðslu 29. og 30. oktober

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2018-10-28 13:24 Author image
Oda Strøm
placeholder

Partur av Stangavegnum í Klaksvík verður stongdur fyri ferðslu mánadagin 29. og týsdagin 30. oktober. Tað skrivar Klaksvíkar kommuna. 

Vegna asfaltering verður partur av Stangavegnum stongdur fyri ferðslu hesar báðar dagarnar. Talan er um strekkið, sum sæst á myndini omanfyri.

Kunnandi skelting verður sett upp, og kommunan vísir til Skáltavegin í hesum tíðarskeiði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder