Innanlands

Asfaltera á Stangavegnum mánadagin og týsdagin

Partur av Stangavegnum í Klaksvík verður stongdur fyri ferðslu hesar dagarnar

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2018-10-26 16:19 Author image
Ari av Rana
placeholder

Partur av Stangavegnum verður stongdur fyri ferðslu mánadagin 29. og týsdagin 30. oktober.

Vegna asfaltering verður partur av Stangavegnum stongdur fyri ferðslu hesar báðar dagarnar, boðar Klaksvíkar kommuna frá. Talan er um strekkið, sum sæst á myndini omanfyri. Kunnandi skelting verður sett upp, og víst verður til Skáltavegin í hesum tíðarskeiði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder