Innanlands

Asfaltera í miðbýnum í dag

Arbeitt verður við at betra um kloakkviðurskiftnini og lukttrupulleikarnar í miðbýnum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-11-09 13:17 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í sambandi við at Tórshavnar Kommuna arbeiðir við at betra um kloakkviðurskiftini og lukttrupulleikarnar í miðbýnum, verða kloakkirnar dagførdar til at lúka øll nútíðar krøv. Somuleiðis eru vatnleiðingarnar eisini skiftar og dagførdar.

Hetta arbeiðið darvar ferðslu og serliga handilsvirksemið í miðbýnum, og tí heitir kommunan á allar partar um at hava tol við arbeiðnum.

Arbeitt hevur verið í 14 dagar og nú er fyrsti partur liðugur. Hetta er parturin, sum umfatar Dr. Jacobsensgøtu og Sverrisgøtu. Hetta økið verður asfalterað í dag fríggjadag, og so verður koyrandi sum vanligt aftur, boðar kommunan frá á Facebook.

Fyrsti partur av arbeiðinum í Tróndargøtu verður liðugur mitt í komandi viku, men arbeiðið verður tikið upp aftur í januar 2019. Sostatt verður ferðsla og jólasølan hjá handlunum í miðbýnum ikki órógvað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder