Innanlands

Asfalteringsarbeiðið á Gerðagøtu liðugt

Ljósregulerað ferðslutrygdarskipan í Klaksvík um at vera liðug

2018-11-23 11:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggja ferðsluloysnin á Gerðagøtu í Klaksvík, sum hevur til endamáls at fremja atkomuviðurskiftini og ferðslutrygdina í økinum, er nú komin heilt væl ávegis.

Í gjár kom asfalteringsarbeiðið, sum HJ Asfalt hevur framt seinastu dagarnar, á mál. Harvið er nýggja ferðsluloysnin komin rættiliga væl ávegis. Gerðagøta er ein av mest brúktu vegunum í øllum býnum, bæði tí vegurin er millum høvuðsvegirnar, sum binda býlingarnar í Klaksvík saman, og tí at vegurin er upplagdur innkomuvegur til miðbýin frá Oyravegnum og Norðoyatunlinum.

Harumframt ferðast nógv børn og ung í økinum hvønn dag í barnagarð, skúla, frítíðarskúla og tónlistaskúlan, sum eisini er granni til nýggju ferðsluloysnina, og tí er alneyðugt við góðum vegakervi og ferðslutrygd eftir júst Gerðagøtu.

Nýggja ferðsluloysnin fevnir um serskilda einvegis breyt og steðgistað til býarbussin í sunnaru síðu (móti KFUM&K) og serskiltum av- og ásetingarplássi í norðaru síðu (móti skúlanum), umframt vanligu tveysporaðu koyribreytina til ferðsluna oman og niðan eftir Gerðagøtu í miðjuni. Økið er uppmerkt og verður harumframt ljósregulerað, og øll loysnin er partur av samtyktu ferðslutrygdarætlanini fyri allan býin, sum fyritøkan Rambøll hevur gjørt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder