
Í Asia lótu virðisbrævamarknaðirnir upp aftur í morgun við vaksandi kursum. Eitt nú vísti japanska Nikkei-225 partabrævavísitalið eina øking á 1,9 prosent, tá marknaðurin lat upp klokkan 9 lokala tíð, og síðan er tað gingið uppeftir, skrivar dr.dk í morgun.
Hetta hendir eftir ein mánadag, sum var ein ógvusliga harður dagur á øllum heimsins virðisbrævamarknaðum.
Suðurkoreanska KOPSI-virðisbrævavísitalið hevði ein vøkstur á tvey prosent við upplatingartíð, meðan Hang Seng-vísitalið í Hong Kong var oman fyri tvey prosent eftir at marknaðurin hevði verið opin í ein tíma.
Í Shanghai vaks SSE-vísitali eisini eitt sindur, og var oman fyri 0,5 prosent ein tíma eftir upplatingartíð.
Eisini í Avstralia var ein øking í virðinum av partabrøvunum í mun til í gjár, skrivar Danmarks Radio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald