Ítróttur

Atgongumerkjasølan er byrjað

Fyrsti dysturin hjá Føroyum í nýggju UEFA Nations League kappingini verður á Tórsvølli 7. september móti Malta

2018-08-08 16:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrsti dysturin hjá Føroyum í nýggju UEFA Nations League kappingini verður á Tórsvølli 7. september 2018 móti Malta.

Meðan Tórsvøllur er undir umbygging, verður pláss fyri eini 3.500 áskoðarum kring vøllin, so tað ræður um at gera skjótt av fyri at ogna sær eitt setur. Atgongumerkjasølan er byrja á Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

UEFA Nations League er kapping, har Føroyar koma at møta londum, sum á styrkislistanum eru mett ájavnt við føroyska liðið. Føroyar eru í bólki 3 í Deild D, og umframt Malta, skal okkara landslið eisini spæla móti Aserbadjan og Kosovo.

Vinnarin í bólkinum, skal spæla hálvfinalu móti einum øðrum bólkavinnara í Deild D, sum tilsamans telur fýra bólkar. Hálvfinaluvinnararnir møtast síðani í einari finalu, har vinnarin fer beinleiðis til EM-endaspælið í 2020.

Føroyska landsliðið fer sjálvandi eftir møguleikanum at koma til EM í 2020, og tá er eisini gott við góðum stuðlum. Tí er umráðandi, at vit fylla Tórsvøll til komandi dystir, tá fyrst Malta, men síðani Aserbadjan og Kosovo koma á vitjan í heyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder