Innanlands

Atkvøðugreiðslan fer at taka upp móti tveimum tímum

Áheitan er komin um at atkvøða fíggjarlógina grein fyri grein

2018-12-18 15:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingið er í løtuni í gongd við aðru viðgerð av fíggjarlógini fyri 2019. Við tað at nógvar broytingar eru komnar síðan uppskotið var til fyrru viðgerð, og at andstøðan í óvanligum vendingum fýlist á mátanum, sum viðgerðin er farin fram, kann væntast við drúgvum orðaskifti.

Farið varð undir viðgerðina eftir døgurðastøðgin í dag, og framvegis er talaralistin langur og hugurin at viðmerkja stórur.

Fyri løtu síðani boðaði løgtingsformaðurin so frá, at væntast kann at tá málið kemur til atkvøðugreiðslu, at henda fer at taka millum hálvanannan og tveir tímar.

Hetta tí at áheitan er komin frá umboðunum fyri andstøðuflokkarnar, at atkvøðast skal grein fyri grein.

Andstøðulimirnir í fíggjarnevndini hava nevniliga ikki í ár gjørt nakað broytingaruppskot til fíggjarlógina. Teir boðaðu frá, at andstøðan fer at taka støðu í tingsalinum til hvørja játtan sær, tí ”andstøðan er í stórum iva um rættleikan í fíggjarlógini”.

Les eisini: Ósømilig íblandan í fíggjarnevndararbeiðið

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder