Innanlands

Ósømilig íblandan í fíggjarnevndararbeiðið

Allar fyriskrivaðar mannagongdir vóru settar til viks tá floksformenninir við løgmanni á odda óbodnir møttu upp á fíggjarnevndarfundi, sigur minnilutin

Jacob Vestergaard, fíggjarnevndarlimur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jacob Vestergaard, fíggjarnevndarlimur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-14 17:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað tykist, sum um andstøðuumboðini í fíggjarnevndini hava mist alt álit á, at nakað skilagott politiskt skal koma burtur úr sitandi landsstýrissamgongu, sum til tað síðsta stríddist fyri at fáa eina semju um fíggjarlógina upp á pláss.

Ikki bara hevur Magni Laksafoss fingið stórar upphæddir til síni frítíðaráhugamál, og hin uttanflokkatinglimurin, Sonja Jógvansdóttir, lyfti um stuðul til mál, ið hava hennara serliga áhuga.

Sambært álitinum frá minnilutanum, valdi minnilutin at rýma av fíggjarnevndarfundi í ráðaloysi, tá nevndararbeiðið mánakvøldið varð órógvað av samgonguleiðarunum Aksel V. Johannessen, Høgna Hoydal og Poul Michelsen, sum blandaðu seg beinleiðis upp í parlamentariska arbeiðið í fíggjarnevndini.

Jacob Vestergaard, fíggjarnevndarlimur fyri Fólkaflokkin, segði við Portalin í løgtinginum í dag, at hann ongantíð hevur uppliva slíkt, sum tað, ið hendi í fíggjarnevndarhølinum mánakvøldið. Talan er – sambært Jacob Vestergaard – um atburð, sum ikki er sæddur í tinginum fyrr.

Í minnilutaálitinum skrivar minnilutin (Jacob Vestergaard, Bárður á Steig Nielsen og Bill Justinussen) hvat tað var, ið hendi.

”Uttanum-parlamentariska arbeiðið í Fíggjarnevndini kom veruliga til sjóndar seinastu dagarnar, tá meirilutin saman við landsstýrismanninum í fíggjarmálum og formonnunum í samgonguflokkunum, fór undir at viðgera fíggjarlógaruppskotið.

Hetta kom í hæddina mánakvøldið 10. desember, tá formenninir í samgonguflokkunum við løgmanni á odda óbodnir komu á fíggjarnevndarfund. Fíggjarnevndarfundurin varð slitin, og meðan minnilutin, anstøðuumboðini, fóru til hús, sat meirilutin í Fíggjarnevndini einsamallur og fundaðist við landsstýrið, sum var komið í Tingið at leggja síðstu hond á fíggjarlógararbeiðið.

Hetta er óvanligur arbeiðsháttur og í ósamsvari við Stýrisskipanarlógina, ið ásetir, at tað skal vera greiður skilnaður millum útinnandi og lóggevandi valdið.”

Minnilutin vísir eisini á, at síðan vórðu fundirnir, ið vóru settir at vera bæði týsdagin og mikudagin útsettir, tí ongin semja var í samgonguni. Síðan er farin fram ein ”áður ókendur handil” í tinginum, og hetta skal vera gjørt ”fyri at halda fast við valdið og skilaleysa fíggjarpolitikkin”, skriva andstøðupolitikararnir og halda soleiðis fram í minnilutaálitinum:

”Skattgjaldarans pengar verða nýttir til at keypa sær undirtøku frá løgtingslimum, sum skulu brúka pengarnar til egin áhugamál. Onnur dømir um handlar, fyri at fáa undirtøku fyri fíggjarlógini, er “ølsemjan”, sum løgmaður gjørdi við Magna Laksafoss. Løgmaður var, sum ikki einaferð, ikki førur fyri at halda avtaluna. Minnilutin átalar, at hesi fólk og felagsskapir hava verið innkallaði á fund í Fíggjarnevndini uppá kvamsvís, tí fíggjarlógarviðgerðin fer ikki fram í Fíggjarnevndini. Tey skuldu í staðin verið biðin um at farið á landsstýrisfund, tí tað er landsstýrið, sum stýrir fíggjarlógararbeiðinum. Skuggaspælið er fulkomið. Allar fyriskrivaðar mannagongdir í Tingskipanini eru settar til viks. Fíggjarnevndin og Løgtingið hava í veruleikanum onga ávirkan á, hvussu fíggjarlógin fyri 2019 skal síggja út”, skriva Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen og teir enda við:

”Andstøðan í Fíggjarnevndini átalar harðliga óskipaða og ruðuleikakenda arbeiði samgongunnar. Andstøðan í Fíggjarnevndini er í stórum iva um rættleikan í tølunum í fíggjarlógini. Støða verður tí tikin í tingsalinum til hvørja játtan sær á fíggjarlógini.”

Les eisini: Kristin nøgdur við semjuna í fíggjarnevndini 

Alt fíggjarnevndarálitið sæst her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder