Innanlands

Ætla at framleiða 400.000 fløskur av føroyskum whisky

Faer Isles ætlar at framleiða 500 tunnur av whisky árliga

Bogi Mouritsen (Skíggjamynd: Kvf.fo)

Bogi Mouritsen (Skíggjamynd: Kvf.fo)

2018-07-31 23:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í næstum er ætlanin at fara undir framleiðslu av føroyskum whisky. Tað skal vera heimsins besta, og fer at eita Faer Isles Whisky.

Hesum greiddi Bogi Mouritsen, stjóri í Faer Isles, frá í Degi & viku í kvøld.

Ætlanin er at framleiða 500 tunnur av whisky um árið. Tað svarar til umleið 400.000 fløskur av whisky. Av teimum skulu 90 ella 95 prosent útflytast.

- Ambitiónin er at gera whisky í heimsklassa. Gera ordiliga gott whisky, tí vit hava fortreytirnar fyri at gera ordiligt whisky. Tað skal vera føroyskt whisky, og tað skal vera gott whisky, sigur

Norðradalur kundi verið eitt gott stað at hava føtini standandi og búna, greiðir hann frá í Degi & viku.

- Um alt gongur væl kunnu vit koyra ein føroyskan whisky í glasið í 2024 - kanska, sigur Bogi Mouritsen.

Síggj innslagið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder