Alifelagið Atlantic Sapphire, sum alir laks á landi, hevur aftur haft eitt óhapp í framleiðsluni í Florida, sum hevur ført við sær, at uml. 500 tons av laksi eru deyðir. Greinarar meta, at tøkan hjá felagnum í 2021 minkar uml. 20 prosent, skrivar Vinnuhúsið.
Tað var í farnu viku, at felagið boðaði frá óhappinum, bert tríggjar mánaðar eftir, at stór mongd av laksi doyði í anlegginum hjá sama felagi í Danmark.
Sambært fyribils kanning hjá felagnum var orsøkin til nýggja óhappið ein design-veikleiki í resirkuleringsskipanini frá veitaranum. Veitarin, sum er Billund aquaculture, hevur tó viðmerkt, at veitarin ikki hevur verið partur av fyribils kanningini, og at tí fær felagið ikki viðmerkt fyribils niðurstøðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald