Innanlands

Atlantsflog fer at flúgva á Amsterdam komandi ár

Føroyska flogfelagið váttar nú ætlanirnar

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2018-10-12 07:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Atlantsflog fer frá juni mánaði komandi ár at flúgva tríggjar ferðir um vikuna til niðurlendska høvuðsstaðin Amsterdam.

- Vit arbeiða við ætlanum við at flúgva til Amsterdam frá summarinum 2019, men loyvini eru ikki fingin enn, sigur Pætur Rasmussen hjá Atlantsflog við danska ferðavinnumiðilin check-in.dk.

Atlantsflog og stóra niðurlendska flogfelagið KLM gjørdu fyrr í ár samstarvsavtalu, og í sama viðfangi upplýsti føroyska flogfelagið, at tað hevði ætlanir um at flúgva fast upp ein annan stórbý við møguleikum at koma víðari við KLM.

Men enn er ikki staðfest, hvønn bý talan er um. Tíðindamiðilin in.fo kundi í vikuni boða frá, at talan verður um Schipol floghavnina við Amsterdam, men fekk ikki hesi tíðindi váttað.

Miðskiðir í november heldur altjóða flogferðslufelagsskapurin IATA ráðstevnu, har komandi altjóða flogrutur, harundir fráfaringar- og lendingarloyvi, verða viðgjørd.

Atlantsflog og KLM hava gjørt eina sokallaða codeshara-avtalu, har tað ætlandi verður møguligt at samskipa prís og ferðir hjá feløgunum.

Í Amsterdam Schiphol Airport er møguleiki at koma víðari til umleið 200 ferðamál kring allan heimin. Úr Keypmannahavn er til samanlíkningar møguligt at koma til 170 ferðamál, harav meira enn helmingurin verður røktur av SAS, sum nú er kappingarneyti hjá Atlantsflog á Føroyaleiðini, skrivar check-in.dk.

Sambært wikipedia.org, er floghavnin í Amsterdam tann triðstørsta í Evropa, máld upp á ferðandi aftaná Heatrow við London og Charles de Gaulle floghavnina nærhendis Paris. Í 2017 ferðaðust 68,5 milliónir ferðafólk umvegis Schiphol. Floghavnin Kastrup liggur á 16. plássi á hesum listanum. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder