Innanlands

Atlantsflog flýgur til París í 2019

Frá 1. juli fer Atlantic Airways at flúgva beinleiðis úr Vágum til franska høvuðsstaðin, París

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-12-13 16:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mótahøvuðsstaður. Gastronomisk háborg. Kærleikans býur. Mentanar-metropolur. Býarinnar býur. Heitini á franska høvuðsstaðnum, París, eru so mong. Og ikki uttan orsøk. Tí franski høvuðsstaðurin svevur ongantíð og hevur óteljandi tilboð bæði til stór og smá.

Tí er tað ómetaliga spennandi at kunna kunngerða, at Atlantic Airways frá 1. juli 2019 fer at flúgva beinleiðis til París.

“Atlantic Airways arbeiðir áhaldandi við at knýta Føroyar nærri umheiminum. Hendan nýggja farleiðin til París knýtir Føroyar beinleiðis til ein av teimum størstu metropolunum í Evropa, eisini tá vit hugsa um flogvinnu, tí Charles de Gaulle er næststørsti flogvøllur í Evropa. Flogvøllurin er meira enn tvífalt so stórur sum Kastrup, so hetta letur upp fyri eini ørgrynnu av nýggjum møguleikum. Bæði fyri føroyingum, sum vilja út í heim og eisini fyri ferðafólkum úr øllum heiminum, sum nú lættari kunnu ferðast til Føroyar umvegis ein av heimsins størstu miðdeplum fyri flogferðslu og umfatandi rutunetinum hjá AirFrance, ið Atlantic Airways hevur samstarvsavtalu við,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Frá 1. juli til 30. september verður flogið tríggjar ferðir um vikuna: mána-, miku- og fríggjadagar, og frá 4. oktober til jóla verður flogið mána- og fríggjadagar. Tað tekur bert umleið ein hálvan tíma longri at flúgva til París enn til Keypmannahavnar

Arbeitt hevur verið við nógvum ymsum, nýggjum ferðamálum, og fleiri stórbýir í Evropa hava verið upp á tal. Eitt nú hevur Amsterdam verið ein ítøkiligur møguleiki. Men orsakað av, at hollendsku myndugleikarnir hava sett mark fyri, hvussu nógv flogfør kunnu fara og koma um flogvøllin í Amsterdam, bar ikki til at fáa lendingartíðir, tí hetta markið er nátt.

“París hevur eisini alla tíðina verið eitt ferðamál, ið vit hava hugt eftir og arbeitt við, so vit eru ógvuliga fegin um, at vit kunnu bjóða okkara ferðandi eitt so stórt og spennandi ferðamál. Og vit vita eisini, at fraklendingar sjálvir hava víst áhuga fyri Føroyum sum ferðamál. Føroyingar eiga at hava møguleika fyri góðum beinleiðis sambandi til ein av teimum størstu evropeisku metropolunum.

Tí byrja vit við heili trimum ferðum til Charles de Gaulle um vikuna, og harvið leggja vit lunnar undir eina nýggja høvuðsfarleið millum Føroyar og umheimin. Hetta er bert møguligt nú, tí væl fleiri hotellkømur eru í umbúnað í Føroyum, og soleiðis kunnu vit eisini rokna við, at útlendsk ferðafólk kunnu bera ein góðan part av rutuni,” sigur Jóhanna á Bergi at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder