Uttanlands

Atlantshav ongantíð verið so heitt fyrr

Miðalhitin í norðrara Atlantshavi var mikudagin máldur til 24,9 stig celsius

(Mynd: Alessio Mesiano / G! Festival)

(Mynd: Alessio Mesiano / G! Festival)

2023-07-29 09:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðari parturin av Atlantshavi hevur í ár nátt sínum heitasta støð fleiri vikur fyrr á árinum, enn vanligt. Tað vísa nýggjastu hagtølini frá amerikanska National Oceanic and Atmospheric Administration, NOAA.

Vanliga plagar norðara Atlantshav at vera heitast í byrjanini av september. Men í hesi vikuni er hitin longu komin upp á tað støðið.

- Sambært okkara kanningum varð methægsti miðalhitin í norðrara Atlantshavi máldur mikudagin, tá hann var 24,9 stig celsius, sigur Zungang Yin, granskari hjá NOAA.

Higartil hægst máldi miðalhitin, sum er frá september í fjør, var 24,89 stig celsius, skrivar Ritzau.

NOAA, sum hevur skrásett hitan í havinum síðan byrjanini av 1980’unum, skal tó brúka einar tvær vikur fyri at staðfesta endaliga úrslitið av sínum mátingum.

- Støðan er óvanlig. Vit hava uppliva hitabylgjur til havs fyrr, men henda er áhaldandi og breiðir seg yvir eitt størt øki í Norðuratlantshavi, sigur Karina von Schuckmann, sum er havfrøðingur hjá felagsskapinum Marcator Ocean International.

Møguliga hitametið kemur eftir, at veðurtænastan hjá ES, Copernicus, og veðurfrøðiligi heimsstovnurin WMO hósdagin boðaðu frá, at juli í ár helst verður tann heitasti mánaðurin, sum nakrantíð er máldur á jørðini.

Stutt eftir hetta lýsti ST-aðalskrivarin, António Guterres, ógvusliga hitan á norðraru jarðarhálvuni sum eitt “ræðuligt summar”.

Tað er ikki einans í norðrara Atlantshavi, at metini verða tikin.

Mánadagin kom Miðjarðarhavið upp á 28,71 stig, sum er tað heitasta, sum er skrásett.

Tað upplýsti spanski stovnurin fyri havfrøði fyri AFP tíðindastovuni týsdagin. Tá var henda mátingin tó ikki váttað av Copernicus.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder