Innanlands

Atlantsløg á Spotify

100 ár liðin síðani Regin Dahl var føddur

2018-11-05 13:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánadagin 5. november eru 100 ár liðin síðani sangarin, tónaskaldið og skaldið Regin Dahl var føddur. Í 2005 stóð Plátufelagið Tutl fyri útgávuni av bokssettinum Atlantsløg, ið inniheldur savnaðu upptøkurnar av løgum Regin Dahls. Nú hevur Tutl tikið stig til at fáa øll tey 439 atlantsløgini útgivin talgilt.

Regin Dahl fór blaðungur niður á Sorø Akademi at lesa. Tá Danmark var hersett í 1940 endaði Dahl í útlegd í Keypmannahavn, og hann fluttaði ongantíð heim aftur. Hóast Regin Dahl hevði lívlanga tilveru í Danmark, var hann alt lívið merktur av einum djúpum longsuli eftir Føroyum. Henda longsul setti hann í orð og tónar í sínum rúgvusmikla listarliga verkið. 

Tónleikaligi parturin er skjalfestur í umfatandi Atlantsløg útgávuni. Snotiliga boksin inniheldur heili 439 løg á 25 fløgum. Meginparturin av tilfarinum stavar frá upptøkum, ið Mentunargrunnur Studentafelagsins við Niels á Velbastað á odda tók stig til í tíðarskeiðnum 1973-1977

Nú eru Atlantsløg so við eitt vorðin øllum heiminum tøk í tí talgilda!

- TUTL

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder