Innanlands

Atli Gregersen: Hava merkt at trýst er á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

Stjórin á Hiddenfjord sigur, at alifyritøkan hevur merkt stóru útskiftingina av starvsfólkum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

Atli Gregersen er stjóri á Hiddenfjord (Mynd: Jn.fo/Luna)

Atli Gregersen er stjóri á Hiddenfjord (Mynd: Jn.fo/Luna)

2019-02-24 21:28 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Eg havi eina fatan av at fólk orka ikki at vera á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, tí byrðan er for stór. Tey blíva móð og tað merkja vit á alifyritøkunum sjálvandi. 

Tað sigur Atli Gregersen, stjóri á Hiddenfjord. Fyrr í dag var samrøða við Bárð Enni á Portalinum. Tosað var við hann um trupulleikan at fáa djóralæknar í starv á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, tí arbeiðstrýstið á stovninum hevði verið so stórt. Atli Gregersen sigur seg vera vitandi um trupulleikan á starvsstovuni. 

- Tá tey gevast, flýggja tey frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tá er sjálvandi bara eitt hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at gera, og tað er at seta nýggj fólk í starv, sigur Atli Gregersen.

Hann sigur seg vita um fleiri fólk, sum eru rýmd undan stóru arbeiðsbyrðuni, men at tað kann gerast ein trupulleiki hjá alifyritøkunum, tá útskiftingin hjá Heilsufrøðiligu verður ov stór. 

Les eisini: Heilsufrøðiligu Starvsstovuni tørvar fleiri djóralæknar 

- Tey nýggju fólkini kenna ikki tað, sum tey byrja í, hóast tey sjálvandi hava góða útbúgving og eru kvalifiseraði í allar mátar. Tey skulu læra øll viðurskifiti í vinnuni av nýggjum. Tað hevur merkt tað, at eitt nú handfaringin av eini kunngerð kann verða broytt. So hevur man ikki vent sær við, áðrenn fólkini eru farin aftur, sigur Atli Gregersen. 

Mangla ikki fólk í vinnuni
Í alivinnuni er eftir øllum at døma ikki sami trupulleiki at halda uppá fólk við langari útbúgving. Atli Gregersen greiðir eisini frá, at tað er lætt hjá teimum at finna nýggj fólk. 

- Tá vit seta djóralæknar ella lívfrøðingar í starv, hevur tað verið lætt at finna fólk, sigur Atli Gregersen. Hann heldur ikki, at lønarlagið er høvuðsgrundin til, at tað gongur betri at finna fólk hjá teimum enn hjá heilsufrøðiligu starvsstovuni. 

- Lønarlagi kann vera eitt, men eitt annað kann vera atdráttarmegi til at arbeiða í vinnuni heldur enn við eftirliti, sigur Atli Gregersen, sum tó leggur afturat at útlitini fyri lønarhækkan eru betri í privatu vinnuni. Hann sigur, at um tú arbeiðir í tí almenna er lønarlagið fast, meðan lønin er kann blíva við at hækka í privatu vinnuni. Hann greiðir eisini frá, at tá fólk í vinnuni arbeiða uttanfyri vanligu arbeiðstíðina, kann tað geva ágóðar, meðan tað er minni møguleiki fyri tí í almenna geiranum. 

Atli Gregersen undirstrikar eisini, at hann hevur stóra virðing fyri starvsfólkunum á almenna stovninum og at samstarvið beint nú riggar væl. Men hann sigur at stóra útskiftingin onkuntíð hevur ført til óneyðugar samanbrestir. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder