- Tey, sum hava lisið lívfrøðis- ella vetinerútbúgvningarnar koma úr Noregi ella Danmark. Hettar eru púra vanligar útbúgvingar, sum eg ikki hugsi at fróðskaparsetrið hevur nakað serliga ábyrgd yvir.
Tað sigur Atli Gregersen, stjóri á Hiddenfjord. Um vikusskiftið vóru tvær greinar á Portalinum um, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan manglar fólk. Atli Gregersen segði, at alifyritøkurnar hava merkt trýstið, sum er á eitt nú djóralæknunum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Les eisini: Vinnuhúsið arbeiðir við at gera aliútbúgving
Atli Gregersen heldur tó ikki, at tað er ein serligur tørvur á, at eitt nú Fróðskaparsetrið fer at útbúgva hesi fólkini, tí hann sigur at tey hava eina góða útbúgving við sær úr útlondum.
Mangla eina vanliga aliútbúgving
Stjórin á Hiddenfjord heldur tó, at tað manglar ein vanlig aliútbúgving í Føroyum.
- Um tú hugsar um útbúgving av vanligum alarum, so er ongin ivi um, at vit mangla eina aliútbúgving í Føroyum, sigur Atli Gregersen og sigur, at tá er talan um breiðu arbeiðsfjøldina innan aling og eina handaliga útbúgving.
- Vit hava hondverkaraútbúgvingar, maskinútbúgvingar og annað, men onga aliútbúgving til tað breiðu arbeiðsfjøldina innan aling, sigur hann. Hann leggur afturat, at hettar kann gerast ein trupulleiki, tá hann skal seta nýggj fólk.
- Um eg skal skal seta nýggj fólk, so skal eg velja ein biolog, men hann vil formaðurin á staðnum ikki hava, tí hann ikki hevur royndir við at arbeiða, sigur hann.
Atli Gregersen greiðir frá, at tey hava aliútbúgving í Íslandi og Noregi, men at tað hevur tikið ov langa tíð nú, at fáa eina útbúgving upp at standa í Føroyum, hóast arbeitt hevur verið við tí.
- Fyrr var ein aliútbúgving á fiskivinnuskúlanum, men fiskivinnuskúlin er ikki ein fiskivinnuskúli sum hann var tá, sigur Atli Gregersen at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald