Innanlands

Vinnuhúsið arbeiðir við at gera aliútbúgving

Niels Winther, sum arbeiðir á Vinnuhúsinum, sigur at arbeitt verður við yrkisútbúgving innan aling

Niels Winther arbeiðir fyri Vinnuhúsið við at gera aliútbúgving (Mynd:Skýggjamynd/kvf.fo)

Niels Winther arbeiðir fyri Vinnuhúsið við at gera aliútbúgving (Mynd:Skýggjamynd/kvf.fo)

2019-02-25 12:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Vit eru byrjaði uppá eina verkætlan við at gera eina yrkisútbúgving innan aling, sigur Niels Winther, sum arbeiðir við verkætlanini fyri Vinnuhúsið. Hann sigur tó, at arbeiðið enn er á byrjunarstøði. 

- Vit hava eitt nú hugt at, hvussu líknandi útbúgvingar verða skipaðar uttanlands, greiðir hann frá. 

Les eisini: Hava tørv á einari aliútbúgving 

Niels Winther greiðir frá, at talan er um ein yrkisútbúgving, sum skal skipast sum lærningaútbúgving, soleiðis at næmingurin kann fáa arbeiðsroyndir, meðan hann er í holt við útbúgvingina. 

- Vinnan heldur, at tað er tørvur á einari tílíkari útbúgving, har fólk læra nøkur grundleggjandi viðurskifti um eitt nú fiskaheilsu og at fáa fiskin at trívast, sigur Niels Winther, sum leggur afturat at tað hevur verið skipað fyri tílíkari útbúgving á Fiskivinnuskúlanum áður. Men hann sigur, at tann útbúgvingin varð sett á stovn beint áðrenn kreppuna í alivinnuni, og at tað tí var torført at gera tílíka útbúgving tá. 

Niels Winther sigur at enda, at onki samband hevur verið við nakran skúla enn, tí at arbeiðið er ikki komið nóg langt enn. 

- Ein skúli skal taka sær av útbúgvingini, tá hon kemur, men so langt eru vit ikki komin enn, sigur hann at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder