Mentan

Atli Heimir Sveinsson deyður

Var fyrsti íslendingur, ið fekk tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins

2019-04-22 20:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íslendska tónaskaldið, Atli Heimir Sveinsson, er deyður, 80 ára gamal. Tað váttaði familjan fyri íslendskum miðlum í gjár.

Atli Heimir var undangongumaður innan nútíman klassiskan tónleik í Íslandi. Eftir Atla Heimi liggur ein fjøld av tónaverkum, harímillum tíggju solokonsertir og seks symfoniir umframt ein hópur av solo- og kamartónleiki. Hann setti eisini tónar til nógvar sangir og kórverk. Løg hansara til yrkingar hjá Jónas Hallgrímsson og Halldór Laxness eru fólkaogn, skrivar Morgunblaðið.

Í 1976 fekk Atli Heimir Sveinsson tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins sum fyrsti íslendingur. Hetta var fyri floytukonsertina. Í 1978 fekk hann L’or­dre du mer­ite cult­ur­el úr Pólandi og var kosin limur í kongaliga svenska tónlistaakademinum í 1993. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder