Innanlands

Átta mál á skránni í dag

Á skránni í tinginum í dag er m.a. 3. viðgerð av uppskotum um at hækka jattanina til umlættingarheimið til børn og ung við autismu og at yvirtaka farsóttarmálsøkið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-03-20 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Átta mál eru á skránni í løgtinginum í dag.

Talan er um fýra 1. viðgerðir, ein 2. viðgerð, og tríggjar 3. viðgerðir.

Tey málini, sum skulu til 3. viðgerð í dag snúgva seg um at hækka játtanina til bygging av búheiminum og umlættingarheiminum til børn og ung við autismu, og um at yvirtaka farsóttarmálsøkið.

Hini uppskotini snúgva seg m.a. um hjálparískoyti til sperdar familjur og hækking av familjuískoytinum, um almennu talgildu skipanina Mínboks og um talgilda samleikakortið.

Dagsins tingfundur verður klokkan 11. Øll skráin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder