Átta punkt eru á dagsskránni, tá løgtingið savnast í dag kl. 11.
Fyrsta punkt á skránni eru ófráboðaðir spurningar. Síðani eru 6 mál til aðru viðgerð. Hesi handla millum annað um heilsu- og námsútbúgvingar, arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, og fríhandilssáttmála millum Føroyar og Sameinda Kongsríkið Stórabretlands og Norðurírlands.
Dagurin endar við framløguna.
Skráin í dag er hendan:
1. Ófráboðaðir spurningar
2. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 69/2018: Uppskot til løgtingslóg um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námshjálparaútbúgving
3. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 89/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Betrað brøkpensjón, frítøka, gjøld og panting)
4. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 94/2018: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2018
5. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 106/2018: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi fyri Føroyar fríhandilssáttmála millum Føroyar og Sameinda Kongsríkið Stórabretlands og Norðurírlands
6. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 146/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), løgtingslóg um broyting í løgtingslóg í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg og ll.. (Striking av handahavapartabrøvum og tøkniligar rættingar)
7. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 147/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøk
ulógin), an.. (Skráseting av veruligir eigarar o.a.)
Tingmálini nr. 146 og 147/2018 verða viðgjørd undir einum
8. Framløga
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald