Science fiction filmurin "Avatar" hjá James Cameron, sum kom út í 2009, er nú aftur vorðin best seljandi filmurin nakrantíð.
Filmurin hevur um vikuskiftið tikið plássið frá Marvel-filminum "Avengers: Endgame", eftir at "Avatar" aftur er farin at ganga í kinesiskum biografum.
"Avengers: Endgame" yvirhálaði "Avatar" sum best seljandi filmurin nakrantíð í 2019, tá filmurin seldi fyri meira enn 2,797 mia. dollarar. Men leygardagin kom "Avatar" upp á eina samlaða inntøku á 2,802 mia. dollarar, ið svarar til góðar 17,5 mia. krónur.
Undir koronafarsóttini hevur Kina roynt at halda lív í biografunum við at vísa gamlar filmar, og tí hevur tað eydnast "Avatar" at endurvinna plássið sum best seljandi filmurin.
"Avatar", við Sam Worthington og Zoe Saldana í høvuðsleiklutunum, er leikstjórnað av James Cameron, sum eisini er maðurin handan "Titanic" frá 1997, sum eisini er ein av best seljandi filmunum nakrantíð.
"Avatar" gongur fyri seg í framtíðini, har menniskju hava sett seg niður á mánan Pandora. Filmurin leggur dent á stríðið millum menniskjuni og lokalfólkið á mánanum.
Ætlanir eru um at geva út fleiri filmar í røðini, men hetta er útsett fleiri ferðir, og sambært Ritzau stendur næsti filmur í løtuni til at verða útgivin í desember 2022.
Tað er Disney, sum eigur bæði "Avatar" og "Avengers: Endgame", eftir at Disney hevur keypt ein stóran part av 21st Century Fox.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald