Innanlands

Avbera gott ár hjá Pf. Formula

Starvsfólkini á Formula hava yvirtikið ein stóran part av ognarlutinum hjá Føroya Tele í felagnum

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2019-04-05 10:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

KT felagið Pf. Formula hevði eitt gott ár í fjør. Roknskapurin fyri 2018 vísti eitt úrslit á 12,3 milliónir fyri skatt og 10,5 milliónir krónur eftir skatt. Ikki síðan undan kreppuni í 2008 hevur Pf. Formula kunnað víst ein roknskap við yvir 10 milliónum í avlopi eftir skatt.

Gongdin í felagnum er so mikið góð, at aðalfundurin samtykti at taka ikki minni enn 25,4 milliónir krónur av ognini í felagnum og útluta pengarnar til eigararnar sum vinningsbýti. 10,4 milliónir vórðu latnar í vanligum vinningsbýti í sambandi við uppgerðini av roknskapinum, meðan 15 milliónir vórðu latnar fyrr á árinum sum sokallað serligt vinningsbýti.

Helst er hetta framt gjørt í sambandi við, at høvuðseigarin í felagnum í fjør seldi burtur av sínum ognarluti.

Føroya Tele samtakið, ella rættari sagt partafelagið, sum eitur Telefonverkið, var meirilutaeigari við 87 prosentum av partabrøvunum í Pf. Formula. Men í ársfrágreiðingini fyri 2018 verður upplýst, at FT-samtakið nú hevur selt burtur av sínum ognarluti, so at eigaraparturin hjá Føroya Tele nú er ein góður triðingur, 34 prosent.

Keypari er eitt nýstovnað partafelag, sum eitur Seiggi, sum leiðslubólkurin í Formula eigur.

”Pf. Seiggi hevur síðan selt partabrøv víðari til starvsfólk á Formula, fyri sama kurs, soleiðis at í dag eru næstan 50 starvsfólkapartaeigarar í Formula. Hetta hevur heilt víst eisini havt eina jaliga ávirkan á gongdina í 2018”, stendur at lesa í ársfrágreiðingini.

Árni Arge og Fróði Magnussen eru stjórar í felagnum, hvørs nevnd einans er mannað av monnum. Niels Winther Poulsener formaður og nevndarlimir eru Hans Jákup Langgaard, Jan Ziskasen, Petur Mittún og Petur Olsen.

Kelda: Vinnuvitan.biz 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder