Í dag er umval í amerikanska statinum Georgia. Harvið liggur tað til veljararnar í statinum at gera av, hvør fær meirilutan í senatinum.
Onki av valevnunum í Georgia fekk neyðugu 50 prosentini á valinum í november, og tí efr umval í dag.
Úrslitið av valinum fer at merkja, at antin varðveita republikanarnir meirilutan, ella vinna demokratarnir meiriluta so lítlan, sum hann yvirhøvur kann vera.
Um demokratarnir vinna tey bæði plássini í Senatinum, fer tað verða munandi lættari hjá komandi forsetanum, Joe Biden, at arbeiða, tí hann frammanundan hevur meirilutan í Umboðsmannatinginum.
Tað segði Joe Biden eisini á einum veljarafundi í Georgia í gjár.
- Hetta er eitt nýtt ár, og dagurin í morgin kann gerast ein nýggjur dagur fyri Atlanta, fyri Georgia og fyri alt USA, segði komandi forsetin á einum drive-in veljarafundi í høvuðsstaðnum Atlanta.
Vinna demokratarnir bæði plássini í Georgia, so er býtið 50 til hvønn, og harvið er tað tann sitandi varaforsetin, ið sum formaður fyri Senatið, hevur avgerandi atkvøðuna.
Og frá 20. januar verður tað demokratiska Kamala Harris, ið setist í formanssessin, og harvið fær Senatið eisini eina forkvinnu á fyrsta sinni.
Á veljarafundinum hjá republikanarunum eina aðra staðni í Georgia í gjárkvøldið, heitti sitandi varaforseti, Mike Pence, á veljararnar um at brúka atkvøðurætt teirra sum “seinasta møguleika fyri at verja okkum”.
Seinni á sama veljaratiltaki segði Donald Trump, forseti, at hann er til reiðar at stríðast “like hell” um valdið, bæði í Senatinum og í Hvítu Húsunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald