Innanlands

Avmarka vitjanir á røktarheimum í Tórshavnar kommunu

Avvarðandi vera m.a. biðin um at kanna seg eina ferð um vikuna og bert vitja inni á búrúminum hjá húsfólkinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-10-01 17:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Orsakað av vaksandi koronasmittutalinum í Suðurstreymoy, fer Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu nú at avmarka vitjanir á øllum røktarheimum í kommununi.

Hetta hevur við sær, at avvarðandi verða biðin um at avmarka seg til trý vitjandi per húsfólk komandi tíðina, at hesi avvarðandi kanna seg eina ferð um vikuna, at avvarðandi vitja inni á búrúminum hjá húsfólkinum, og at tey annars halda seg til vanligu tilmælini, sigur Eyðfríð L. Jacobsen, heilsu og umsorganastjóra í Tórshavnar kommunu, við Útvarpið.

Herfyri varð boðað frá, at fleiri húsfólk og starvsfólk á demesdeildini á røktarheiminum Tjarnargarði í Havn vórðu staðfest smittað við koronu. Talan er nú um sejy húsfólk og sjey starvsfólk, men tey eru øll eftir umstøðunum væl fyri.

Les eisini: Tjarnargarður raktur av koronu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder