2018-11-11 10:54
Ein 50 ára gomul kvinna í Avstralia er handtikin fyri at koyra nálir í jarðber. Tað skrivar DR.
Kvinnan er skuldsett, eftir at fleiri matvøruhandlar hava verið noyddir at taka frukt av hillunum, tí at seyminálir eru funnar m.a. í jarðberunum.
Tað er orsakað av hesum málinum, at avstralska parlamentið hevur hert revsingina fyri at dálka matvørur, so at dómurin nú kann verða upp til 10-15 ár í fongsli.
Í september komu fleiri enn 100 fráboðanir um nálir í jarðberum, og ein fráboðan kom úr Ný Sælandi.
Eftir ætlan skal kvinnan fyri rættinum mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald