- Vit mugu vera eyðmjúk og bera fram eina umbering til tey, ið vórðu svikið og bøna um at fáa teirra fyrigeving.
Soleiðis ljóðaðu boðini í nátt, tá forsætisráðharrin í Avstralia, Scott Morrison, bar fram eina almenna umbering fyri tær valdsgerðir, ið eru gjørdar í katólsku kirkjuni í landinum og í skúlum og ítróttafeløgum í árunum millum 1950 og 2015.
Umberingin kom í kjalarvørrinum av eini drúgvari kanning. Sambært BBC hava 15.000 fólk sett seg í samband við kanningarnevndina, og mett verður at 60.000 fólk kunnu hava rætt til eitt endurgjaldskrav.
Undan forsætisráðharranum hevur eisini skótarørslan í Avstralia borið fram umbering fyri ágangin, ið er hendir í felagsskapinum.
- Vit bera fram treytaleysa umbering til tey, ið vóru misnýtt, tá tey vóru skótar. Vit hava svikið tykkum, og vit biðja um umbering fyri ta pínu, hetta hevur elvt til, segði leiðarin fyri avstralsku skótarnar, Phil Harrison fyri nøkrum vikum síðani.
Umfatandi kanningin bendir á, at børn í tíggjundatúsundavís hesi seinastu áratíggjuni hava verið fyri kynsligari misnýtslu í Avstralia. Kanningin bendir á, at flestu at illgerðunum eru framdar av prestum og lærarum.
Mest er hent í katólskum stovnum, skrivar BBC, ið upplýsir at sjey prosent av prestunum í Avstralia eru skuldsettir fyri misnýtslu av børnum í tíðarskeiðinum 1950-2015.
Í summar legði erkabispurin í Adelaide, Philip Wilson, frá sær, tá hann varð dømdur 12 mánaðir í fongsli fyri at hava fjalt yvir kynsligari misnýtslu, sum ein prestur hevði framt. Eisini fleiri skótaleiðarar eru fongslaðir fyri líknandi brot.
Katólska kirkjan hevur nú lovað at ansa betri eftir børnunum í framtíðini.
- Vit kunnu ikki broyta fortíðina, men vit kunnu royna at bøta um skaðan og plikta okkum til eina mannagongd, ið raðfestir trygdina hjá børnunum, sigur avstralski erkabispurin, Mark Coleridge.
Kirkjan er tó ímóti, at prestar skulu kunna rættarsøkjast, um teir ikki boða myndugleikunum frá misnýtslu, sum teir hava fingið kunnleika um í skriftastólinum. Fyri bisparnar er tað av avgerandi týdningi, at samkoman skal kunna siga prestum frá um teirra sorgir og syndir undir skriftamáli.
- Skriftarloynidómurin er ein grundleggjandi partur í okkara trúðarlívi. Vit halda ikki, at tað fer at tryggja okkar børnum, at taka tann rættin av, sigur Mark Coleridge.
Avstralia er langt frá fyrsta landið, ið er skakað av umfatandi misnýtslu, framd av limum í katólsku kirkjuni. Frammanundan hava líknandi mál verið í USA, Írlandi og Kili og nýliga vísti ein kanning, at fleiri túsund fólk í Týsklandi eru kynsliga misnýtt av leiðandi persónum í katólsku kirkjuni, skrivar Danmarks Radio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald