Innanlands

Avtala við ES undirskrivað

Føroyar gjørt avtalu við Evropasamveldið um fiskiveiðirættindi fyri 2019

Samráðingarleiðararnir, Andras Kristiansen fyri Føroyar og Jacques Verborgh fyri ES, heilsast eftir at hava skrivað undir avtalu um sínámillum fiskirættindi (Mynd: fisk.fo)

Samráðingarleiðararnir, Andras Kristiansen fyri Føroyar og Jacques Verborgh fyri ES, heilsast eftir at hava skrivað undir avtalu um sínámillum fiskirættindi (Mynd: fisk.fo)

2018-12-13 07:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar og ES skrivaðu mikudagin undir avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2019. Avtalan er ikki nógv broytt í mun til avtaluna fyri 2018, men nakrar broytingar eru framdar, skrivar heimasíðan hjá Fiskimálaráðnum.

Atgongdin hjá føroyskum skipum at fiska svartkjaft í ES sjógvi hækkar við 1.000 tonsum til 22.500 tons, umframt at Føroyar varðveita kvotuna av svartkjafti á 10.000 tons. Føroysk skip hava sostatt møguleika at fiska 32.500 tons av svartkjafti í ES sjógvi í 2019.

Atgongdin at fiska norðhavssild í sjóøkinum hjá hvørjum øðrum verður hækkað við 500 tonsum, soleiðis at partarnir kunnu fiska 4.500 tons av norðhavssild hjá hvørjum øðrum.

Sínámillum atgongdin at fiska makrel í økinum hvør hjá øðrum verður 24.690 tons. Hetta er sama lutfall av føroysku heildarkvotuni sum undanfarin ár.

Viðvíkjandi øðrum fiskasløgum so vóru gjørdar ymiskar tillagingar í kvotunum, sum føroysk skip hava at fiska í ES sjógvi, og ES skip hava at fiska í føroyskum sjógvi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder