Mentan

Awake: Nýtt føroyskt sjónbandalag frá Lindu Andrews

Tá lagið var skrivað, var hon ikki í iva um, at sjónbandalagið skuldi takast upp í Føroyum, og at hon vildi koyra ein biltúr í gjøgnum okkara vøkru nátturu og taka upp, meðan hon koyrdi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-03-26 21:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

- Kann eg vísa tær hvar eg komi frá?

Soleiðis spyr Linda Andrews sínar fjepparar á Facebook, og undirtøkan hevur verið sera stór og sera jalig.

Um sjónbandalagið "Awake" sigur Linda, at tá lagið var skrivað, var hon ikki í iva um, at sjónbandalagið skuldi takast upp í Føroyum, og at hon vildi koyra ein biltúr í gjøgnum okkara vøkru nátturu og taka upp, meðan hon koyrdi.

- Lagið snýr seg um at vera til staðar, at steðga upp eina løtu og leggja til merkis tað sum er rundan um ein. Vit hava altíð úr at gera í dag og mong av okkum eru eisini so nógv á sosialu miðlinum, at ofta er høvdið vent móti fartelefonini, og so sansa vit ofta ikki hvat hendur rundan um okkum, og so missa vit kanska gevandi minnisríkar løtur, og tann føroyska nátturan er so reypandi og hevur so nógv at geva, sigur Linda Andrews.

Sjónbandalagið er upptikið av Raciel Torres og klipt og góðskuflokkað av Adam Sejer.

"Awake" er skrivað av Lindu Andrews og Raciel Torres. 

Um Lindu Andrews

Linda Andrews, fødd Andreasen, er fødd og uppvaksin í Havn og hevur búleikast sum songkvinna í Keymannahavn í mong ár.

Linda vann í 2009 stóru talent kappingina X Factor á DR sum einasti føroyingur higartil.

Linda hevður útgivið 4 solo útgávur og 5 stakfløgur bæði á enskum, donskum og føroyskum. Stakfløgan "Det bedste Til Sidst" hevður selt dupultplatin.

Linda er beint nú frammi við einari live útgávu, sum er upptikin í Studio 55 á Nørrebro í sambandi við eina sjónvarpskonsert á DK4. Live útgávan kann hoyrast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder