Innanlands

Axel Hansen stillar upp móti formanninum

Tað verður aftur hesaferð stríðsval um formanssessin í Føroya Fiskimannafelag

Axel Hansen (Mynd: Kringvarp Føroya)

Axel Hansen (Mynd: Kringvarp Føroya)

2018-12-04 13:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir mans stilla upp til formansvali í Føroya Fiskimannafelag. Axel Hansen, sum hevur sitið sum nevndarlimur, og ofta hevur úttalað seg vegna fiskimannafelagið eitt nú um fiskivinnunýskipan og ósemjur við reiðarí, hevur valt at stilla upp til formansvalið.

Freistin at boða frá luttøku til formansvalið var á middegi í dag. Útvarpið hjá Kringvarpi Føroya visti í dag at siga, at tveir mans stilla upp. Formaðurin, Jan Højgaard, og so Axel Hansen.

Formansvalið í Fiskimannafelagnum fer fram triðja hvørt ár sum frumatkvøðugreiðsla millum allar limir.

Fiskimannafelagið hevur ársaðalfund í Havn 20. desember, men formansvalið er ikki knýtt at hesum fundinum. Atkvøðugreiðslan um formannin gongur fram til seinast í januar mánaði.

Í 2016 stillaði ein annar nevndarlimur, Sniálvur Røvilsberg, upp móti Jan Højgaard. Tá varð Jan Højgaard afturvaldur við 84 prosentum av atkvøðunum. 

[object Object]Jan Højgaard, hevur sitið sum formaður í Føroya Fiskimannafelag síðan 2007

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder