Uttanlands

Backstreet Boys framføra í Danmark

Heimsins størsti dreingjabólkur framførir í Keypmannahavn í juni

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-11-09 13:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Herfyri gjørdist greitt, at heimsins kendasti gentubólkur, Spice Girls, fara á pall aftur komandi ár. Í dag boðar Live Nation frá, at heimsins kendasti dreingjabólkur, Backstreet Boys, framføra í Keypmannahavn komandi ár.

Bakcstreet Boys eru í løtuni í ferð við at syngja nýggja fløguna “DNA” inn, sum verður útgivin í januar, og 8. juni framføra teir í Royal Arena í Keypmannahavn.

Konsertin í Royal Arena er ein partur av konsertferðini “DNA World Tour”, sum byrjar 11. mai í Portugal. Hetta verður størsta konsertferðin hjá bólkinum í 18 ár.

Bólkurin hevur júst útgivið nýggja sang, sum kallast “Chances”, sum m.a. Shawn Medes hevur skrivað.

“DNA” er tíggjunda fløgan hjá bólkinum. “Millenium” fløgan frá 1999 er ein av heimsins mest seldu fløgum nakrantíð við 40 milliónum seldum eintøkum. Tilsamans hava BAckstreet Boys selt fleiri enn 130 milliónir fløgur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder