Innanlands

Bæði maður og bátur bjargað í øllum góðum

Brimil bjargaði mann av Trøllhøvda í gjárkvøldið

Brimil (Mynd: Vørn)

Brimil (Mynd: Vørn)

2018-11-27 07:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjárkvøldið rendi ein bátur á land í Høvsundi við Trøllhøvda norðan fyri Sandoynna.

Les eisini: Mátti sleppa sær upp á helluna á Trøllhøvda 

Vørn skrivar á heimasíðu síni, at umleið klokkan 18.20 fekk MRCC fráboðan um, at ein bátur var farin á land í Høvdasundi.

Kl. 18.40 var ein bátur frá Brimli hjá manninum, og tað eydnaðist at fáa hann av helluni. Maðurin varð fluttur umborð á Brimil. Hann var væl fyri, men sjálvandi kaldur, verður sagt.

Báturin var ikki sokkin, men gliðin av aftur landi og var rikin eystur um Høvdan. Brimil fekk fatur á bátinum og pumpa hann lens. Báturin varð sleiðaður til Skopunar, har hann varð tikin upp á land.

[object Object]
(Kort: Nám) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder