Innanlands

Bakaríið í Klingrugarði eitur nú Amarant

Stóra bakaríið í Klaksvík hevur skift navn

Hetta ber nú navnið Amarant
(Mynd: Vinnuvitan)

Hetta ber nú navnið Amarant (Mynd: Vinnuvitan)

2018-12-01 12:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur í mong ár verið kent sum Bakaríið hjá Jórun. Fyrst helt tað til á Klaksvíksvegnum, beint yvirav Klaksvíksgarðinum. Nýggja virkisøkið Klingrugarður byrjaði at mennast við Borðoyðarvík, sum tað nærkaðist til at Norðoyðatunnilin gjørdist veruleiki, og í 2004 flutti bakaríið niðan har.

Í 2017 keypti Christian í Grótinum seinasta partin av bakarínum frá Jórun Mørkøre. Hon hevði framanundan átt og rikið tað síðani 1999. Tá varð navnið skift frá "Hjá KI", og síðani eigarskifti hesuferð hevur felagið arbeitt við at finna ein nýggjan samleika til bakaríið.  

Í morgun varð kunngjørt, at nýggja navnið er Amarant. Í samband við navnaskiftið bjóðar bakaríið til jólakakuborð og kaffi frá kl. 14 til 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder