Innanlands

Bakkafrost keypt fóðurskip frá JT electric

Teistaklettur skal brúkast á aliøkinum í Hovsfirði

2018-11-16 17:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í vikuni kom fóðurskipið “Teistaklettur” inn á Vágsfjørð. Talan er um eitt 75 metra langt fóðurskip, sum Bakkafrost hevur keypt frá JT electric til aliøkið í Hovsfirði.

Fóðurskipið rúmar 800 tonsum av fóðri, og er útgjørt við nýmótans fóðringskipan, sum er ment av starvsfólkum hjá JT electric á Kambsdali.

- Vit eru errin av at hava veitt Bakkafrost tvey fult útgjørd fóðurskip í ár. Stórar verkætlanir sum hesar hava sera stóran týdning fyri okkum, tí tær menna okkara starvsfólk og styrkja okkum í altjóða kappingini, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric.  

Umbyggingin av skipinum varð gjørd á eini skipasmiðju í Pólandi, har starvsfólk úr Føroyum hava leitt og gjørt partar av arbeiðinum. Stóri parturin av tøknini er framleiddur á Kambsdali og síðan ísettur í Pólandi.

- Okkara starvsfólk hava lagt stóra orku í hesa verkætlan, og vit fegnast um, at vit kundu lata fóðurskipið til Bakkafrost ein mánað áðrenn tíðarfreistina, sigur Suni Justinussen.

Á JT electric starvast 32 fólk, og fyritøkan er ein heildarveitari av tøkni til alivinnuna í Føroyum og uttanlands.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder