Innanlands

Bakkaverjan um ósan í Hósvík er um at verða liðug

Seinastu árini hava stormar og sjóvarilska tikið nógv burtur av bakkanum. Arbeitt hevur verið við at gjørt eina verju síðani í november

2022-01-27 17:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu árini hava stormar og sjóvarilska tikið nógv burtur av bakkanum fram við fjørðuni í Hósvík. Hetta hevur ført við sær, at summastaðni er bakkin horvin heilt niðan til lendisgøtuna, sum er løgd fram við fjørðuni, yvir um ósan. Javnan skolar og brýtur heilt niðan undir gøtuna, sum av tí sama fer illa og skolar burtur í støðum. Loysnin til nú hevur verið at fylla í aftur so hvørt, men hetta er ongin varandi loysn.

Í Sunda kommunu hava vit í mong ár raðfest at gera lendisgøtur runt um í bygdunum. Ung og gomul hava stóra gleði av gøtunum, eins og tær verða nógv nýttar av barnagørðum og stovnum okkara. Tí hevur tað stóran týdning at vit áhaldandi halda hesar gøturnar við líka og í góðum standi.

Storm og sjóvarilsku fáa vit ikki gjørt nakað við, men vit kunnu gera okkurt fyri at verja ímóti. Tí legði tekniska nevnd uppskot fyri býráðið um at gera eina bakkaverju frammanfyri lendisgøtuna fram við fjørðuni í Hósvík. Ynski var at fáa eina harðføra og varandi loysn, sum eisini tekur seg væl út í landslagnum. Tí varð avgjørt at gera eina bakkaverju úr laðaðum gróti, ið verður styrkt við einum stoyptum garði innanfyri grótlaðingina.

[object Object]

Á heysti 2021 bleiv arbeiðið boðið út. Basalt grótlaðing hevði besta tilboðið og fekk uppgávuna at gera bakkaverjuna. Teir byrjaðu í november í fjør og hava arbeitt uttan íhald síðan tá. Arbeiðið líður nú so væl, at gøtan um ósan væntandi kann takast í brúk aftur um nakrar vikur.

Strekkið, ið er gjørt í hesum umganginum, er norðanfyri Lagá, frá neystunum og yvir til brúnna. Op við trapputrinum eru gjørd í bakkaverjuna, so gangast kann beint av gøtuni oman í fjørðina. Vónandi fáa Hósvíkingar og onnur vitjandi, stóra gleði av hesum í summar.

Sunda kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder