Tey trý batisku londini, Estland, Lettland og Litava, lata nú upp mørkini millum londini.
Á midnátt kundu øll aftur ferðast frítt tvørtur um landamørkini millum hesi trý londini.
Skipanin er sett í verk til tess at fáa gongd á búskapin aftur, sigur forsætisráðharrin í Litava, Saulius Skvernelis.
- Baltiska ferðabløðran er ein møguleiki hjá fyritøkum at lata uppaftur og ein lítil fón fyri fólkið um, at lívið er á veg aftur móti tí normala, sigur Saulius Skvernelis í tíðindaskrivi, sambært Reuters.
Fólk, sum koma til londini uttanífrá, skulu framhaldandi í sóttarhald í 14 dagar.
Á midnátt stóðu fleiri estiskir markavørðar til reiðar fyri at vegleiða ferðandi um markið til Lettlands. Tað varð hátíðarhildið við kaffi og køku.
ES hevur heitt á síni 27 limalond um at lata upp landamørkini til nærmastu grannarnar fyri at fáa gongd á ferðavirksemið aftur og harvið á búskapin.
Spjaðingin av koronavirus er minkað munandi í baltalondum, har tað ikki vóru fleiri enn sjey nýggj smittað í nøkrum av londunum mikudagin.
Myndugleikarnir hava síðan apríl spakuliga tikið avmarkingar aftur.
Alt økið hevur tilsamans skrásett 150 andlát, sum kunnu setast í samband við koronasmittuna.
Estland, Lettland og Litava eru tey trý fátækastu londini í Evro-økinum. Roknað verður við, at búskapurin í hesum londum er minkaður sjey til átta prosent í ár, skrivar Reuters.
Litava hevur ávarað um, at hetta talið kann fara upp á tvey siffur, um landið ikki varð latið upp áðrenn summarið kom.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald