Innanlands

Bankabossurin fekk avskrivað skuld til tað almenna

Stine Bosse skilir ikki, at staturin ikki bara hevur sent eitt girokort, so skuldin kundi fáast av vegnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-12-17 09:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska vinnulívskvinnan Stine Bosse, sum millum mangt annað situr í formanssessinum í nevndini hjá Bank Nordik, er ein av 485.000 dønum, sum nýliga hava fingið avskrivað skuld til tað almenna.

Tað skrivar hon sjálv á Twitter har hon vísir eina mynd frá almenna stovninum, sum eitur Gældsstyrelsen. Í brævinum stendur, at hon hevur fingið 196,52 krónur avskrivaðar.

- Eg skilji tað ikki. Mær tykir tað løgið, at tey ikki royna at fáa fatur á pengunum. Eg kann skilja, tá talan er um fólk, sum sita tungt í tí. Men eg bæði kann og vil rinda tað, eg skyldi. Eg visti ikki, at eg skyldaði hesa upphæddina, sigur Stine Bosse sambært tv2.dk.

Hon greiðir frá, at hon hevur eina skuld á knappar 4.000 krónur til tað almenna, sum hon ikki visti um.

Hon undrar seg eisini hyvir, at tað í boðunum ikki er eitt girokort, so hon kann rinda tað, hon framvegis stendur til at skylda.

Umframt at sita í nevndini í BankNordik, sigur Stine Bosse eisini í nevndini fyri týska tryggingarrisan Allianz, og sum nevndarformaður í grønlendsku feløgunum Tele Greenland og Nunaoil.

Hon hevur fyrr verið stóri í danska tryggingarfelagnum Tryg í átta ár.

Sambært donsku skattamyndugleikunum eru tað annars fyrst av øllum fólk, ið fáa dagpengar, fyritíðarpensjón og onnur við smáum inntøkum, sum fáa skuld avskrivaða.

Stóra skuldaravskrivingin til 485.000 fólk snýr seg um heili 5,8 milliardir krónur. Orsøkin til at Fólkatingið í fjør samtykti at avskriva hesar pengarnar er, at mett var, at tað ikki loysti seg at draga teir inn.

Fyri tey flestu snýr tað seg um smáar upphæddir. Í níggju út av tíggju førum, er talan um upphæddir á undir 2.000 krónur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder