Mentan

Bankatoskur – tað besta av tí besta innan sjómat

Ein ætlan eigur at verða gjørd fyri hvussu serliga dygdargóði toskurin av Føroyabanka kann verða flokkaður sum fyrsta floks matur

Roykt saltfiskapetti í kræklingasuppu (Mynd: Birgir Kruse)

Roykt saltfiskapetti í kræklingasuppu (Mynd: Birgir Kruse)

2018-11-10 16:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hvørja ferð dugnaligu kokkarnir á matstovunum ”heima í Havn” sleppa at gera nakað burtur úr saltaðum toski av Føroyabanka, stingst kjakið seg upp. Okkurt má gerast fyri at varðveita henda serliga fiskin sum ein serføroysk vøra.

Spyrt tú Jóhan Mortensen, sum fiskamatstovan Barbara í nógvum førum brúkar sum inspirator, tá talan er um nýhugsan innan mat og matstovuvinnu, so er ongin ivi.

- Bankatoskurin er so nógv tað sterkasta brandi vit eiga. Bert spell, at tað ikki verður gjørt meira fyri dyrka hetta brandið. Eisini fyri at fortelja ferðafólki søguna um hetta heilt serliga økið, sum er eitt spísikapar við heilt serligum kvaliteti. Kanska skuldu ferðafólkini sloppið út at tráðufiska eisini – tað hevði verið eitt hitt.

Í gjárkvøldið og í kvøld bjóðar Barbara til serkvøld við bankatoski.

Umboð fyri Portalin var boðið við í gjár, har Kári Kristiansen, høvuðskokkurin á Barbaru, borðreiddi við saltaðum bankatoski upp á fýra ymsar mátar.

Stórir sum vælvaksin heystlomb
Talan er um toskarnar – teir gott 40 – sum havrannsóknarskipið Magnus Heinason fekk á yvirlitstrolingini í september. Avtala er gjørd við Havstovuna um at Barbara/Hotel Føroyar fáa toskarnir. Royndir flakaskerarar verða innkallaðir úr Leirvík, og síðan verða fløkini koyrd út á Strendur har tey verða saltað hjá Vaðhorn.

Sum skilst, var støddin á toskinum í ár meira javnt býtt enn tað onkuntíð fyrr hevur verið, bæði stórur toskur og góður greipufiskur.

- Onkur toskur var so stórur, at hann mundi viga eini 40 pund – nakað tað sama sum eitt vælvaksið heystlamb. Har var matur til nógvar dagar, greiða teir báðir Ólavur Sjúrðaberg og Ólavur Heinesen, sum saman við einum triðja leirvíkingi, Ingvar Joensen, aftur í ár vóru tilkallaðir at skipa fyri flakaskeringini, og sum eisini vóru við í gjárkvøldið.

[object Object](Savnsmynd: Ingi Samuelsen)

Veiðan skal skipast
Kring borðið var semja um, at kemur toskurin á bankanum fyri seg aftur, so eigur veiðan at verða skipað á serligan hátt. Matstovurnar eiga at fáa sín natúrliga part av veiðini, tí hetta er prima matur, og fæst ikki betri.

Tí her er talan um matvøru av so framúr góðari góðsku, at hon eigur at verða flokkað onkursvegna – klassifiserað – sum tað besta av tí besta innan sjómat.

Hetta var eisini prógvað, tá eitt lið av meistarakokkum úr Bilbao fyri fýra árum síðani vóru í Føroyum, og borðreiddu við saltaðum bankatoski í Barbaru, sum tá júst var latin upp.

Les: Baskiskt ynski um tættari samstarv 

Í dag ganga søgur um, at baskar og spaniólar annars eru sinnaðir til at keypa stór fløk av bankatoski fyri fleiri túsund krónur stykkið. Tí bankatoskur er nakað serligt, betri egnaður at salta og betri smakkandi enn øll onnur toskasløg, verður sagt.

Baccalao á ymsar mátar
Matskráin hjá Kára Kristiansen í gjárkvøldið bar boð um nakað tað sama. Vit fingu ’baccalao’ í ymsum útgávum, bæði blandaður upp í annað, dampaður, royktur og bakaður.

Roykta saltfiskapettið í eini kremutari kræklingasúpan var hæddarpunktið á kvøldinum, men eisini dampaða stykkið í eini heldur søtligari sós við kikkertrum gagnaðist væl. Til saltfiskin fingu vit lætt og ljóst spanskt hvítvín, sum matstovan serliga viðmælir aftur við saltfiski.

Óvæntað var Cidre Bouchet de Normandie, ein sider úr súreplum, ið angaði eins og Calvados, ið varð skonkt aftur við roykta saltfiskinum. Alt hitt var spanskt hvítvín, tó var boblandi cava’in aftur við sagovellinginum omaná úr reyðari drúvu.

Tú kanst lesa meira um saltfiskatiltakið á Barbaru á blogginum hjá Birgir Kruse 

Les eisini meining hjá Jóhan Mortensen: Bacalao, Barbara, Føroyabanki 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder