Í roknskapinum hjá BankNordik fyri ársins fyrstu níggju mánaðir sæst, at framgongd er á øllum marknaðum. Úrslitið fyri skatt er 286 mió. kr., og tað er ein munandi vøkstur samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Góða gongdin higartil í ár hevur m.a. havt við sær, at bankin fyri kort- um kundi boða frá, at nettoúrslitið fyri 2018 væntandi verður betri enn upprunaliga mett.
Tað gongur væl í Føroyum, og tað sæst eisini í roknskaparúrslitinum hjá BankNordik-samtakinum. ”Inntøkurnar eru hækkaðar, og vit kunnu stað- festa, at øll okkara virkisøki standa seg væl. Vit síggja framgongd innan bankavirksemi, tryggingarvirksemi og ognarsølu, og tað eru vit væl nøgd við,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Rentuinntøkurnar eru framvegis ein avbjóðing orsakað av lága rentustøði- num, men hesum vigar hóvligi útlánsvøksturin upp ímóti. Sostatt eru inn- tøkurnar frá føroyska virkseminum hækkaðar við 4% ársins fyrstu níggju mánaðir samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Bankin hevur harumframt afturført niðurskrivingar fyri 51 mió. kr. higartil í ár.
Mæla viðskiftafólkum til at endurskoða bústaðarlán
Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum hevur havt hækkandi sethúsaprísir við sær, og tí eru tað nógvir føroyingar, ið taka sera stór lán til dýru bústaðirnar. Alsamt fleiri viðskiftafólk í BankNordik hava valt realkredittlán við fastari rentu seinnu árini. Tó er gongdin tann øvugta, um hugt verður at tølunum fyri føroyska marknaðin sum heild.
”Í dag er rentan lág, men um hon brádliga hækkar, kann tað gerast trupult hjá teimum, sum hava stóra skuld og bústaðarlán við skiftandi rentu. Tí kann tað vera skynsamt at endurskoða bústaðarlánið og velja realkredittlán við fastari rentu, meðan rentustøðið er lágt og tað framvegis ber til at tryggja sær eina fasta og lága lánsrentu komandi árini,” sigur Árni Ellefsen.
Trygd og Skyn standa seg væl
Virksemið hjá dótturfeløgunum hjá BankNordik hevur roynst væl higartil í ár. Kappingin á føroyska tryggingarmarknaðinum er hørð, men hóast hetta eru inntøkurnar hjá Trygd vaksandi. Úrslitið áðrenn skatt er 4 mió. kr. sa- manborið við 11 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Trygd hevur goldið 55 mió. kr. netto í skaðaendurgjøldum samanborið við 42 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Skyn hevur selt metnógvar ognir í ár, og alt bendir á, at 2018 verður eitt uppaftur betri ár enn 2017.
Ársins fyrstu 9 mánaðir í stuttum
- Úrslitið fyri skatt var 286 mió. kr. samanborið við 143 mió. kr. sama tíðarskeið í 2017.
- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 137 mió. kr. samanborið við 135 mió. kr. sama tíðarskeið í 2017.
- Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 93 mió. kr. saman- borið við afturføringar fyri 9 mió. kr. sama tíðarskeið í 2017.
- Rakstrarúrslitið var 230 mió. kr. samanborið við 144 mió. kr. sama tíðarskeið í 2017.
- Útlán bankans hækkaðu úr 9,5 mia. kr. til 10 mia. kr. samanborið við sama tíðarskeið í 2017.
- Innlán bankans hækkaðu úr 13 mia. kr. til 13,2 mia. kr. samanborið við sama tíðarskeið í 2017.
- Solvensurin er lækkaður úr 18,2% niður í 17,6% samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
- Leiðsla bankans væntar, at rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar í 2018 verður í ovara endanum av fráboðaða væntaða úrslitinum upp á 160-200 mió. kr. (1.-3. ársfjórðingur 2018: 137 mió. kr.).
- Tann 18. oktober 2018 boðaði BankNordik frá, at væntanirnar til nettoúrslitið fyri 2018 vórðu hækkaðar úr 190-240 mió. kr. til 240- 280 mió. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald