Uttanlands

Bannar sølu av rúsdrekka í Nuuk

Kim Kielsen, landsstýrisformaður, sigur, at høvuðsendamálið við hesum er at verja børnini – forboðið er galdandi til 15. apríl

Mynd: Visualhunt

Mynd: Visualhunt

2020-03-29 09:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, hevur tikið avgerð um at seta í verk forboð móti sølu av øli, víni og øðrum sløgum av rúsdrekka. Forboðið varð sett í gildi  í gjár men er bert galdandi fyri Nuuk, Kapisillit og Qeqertarsuatsiaat.

Kim Kielsen sigur, sambært Sermitsiaq.ag, at hendan avgerðin er tikin fyri at verja børnini, sum eru heima nú skúlar og dagstovnar eru stongdir í hesum døgum. Men endamálið við hesum er eisini at minka um smittuvandan, tí fólk hugsa minni um hetta í samkomum, har alkohol verður drukkið.

– Í slíkari serstøðu noyðast vit at seta tiltøk í verk fyri at forða fyri smittuspjaðing. Men høvuðsendamálið hjá mær er at verja børn, sum skulu hava eitt trygt heim. Eg vóni, at vit sum samfelag síggja umstøður hjá børnum sum eitt felags mál, at vit øll kunnu gera okkara fyri at fáa eitt trygt samfelag, sigur Kim Kielsen.

Forboðið er í fyrsta umfari galdandi til 15. apríl klokkan 10.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder