2019-04-09 12:54

Tað er ongin annar enn Høgni, sum úttalar seg um málið um Páll á Reynatúgvu og Annitu á Fríðriksmørk. Tað siga bæði Sirið Stenberg og Annita á Fríðriksmørk.
Men enn hevur ikki eydnast nøkrum fjølmiðli at fáa fatur á floksformanninum hjá Tjóðveldi.
Portalurin hevur, eins og Kringvarpið, roynt at fingið fatur í Høgni Hoydal í dag og í gjár. Men hann hevur ikki vent aftur uppá umbønir frá fjølmiðlunum enn.
Páll á Reynatúgvu skrivaði eisini á Facebook í morgun, at hann ikki verður við í viðgerðini av málinum. Tað var millum annað tí, at hann metti at málið skuldi viðgerast í floksleiðsluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald