Innanlands

Bara Jacob sum ikki tekur undir við eykaskipinum

Meirilutin í fíggjarnevndini tekur undir við uppskotinum. SSL burdi fingið fatur á einum skipi, sum kann brúkast til útoyggjar, heldur Jacob Vestergaard

(Mynd: Samferðslumálaráðið)

(Mynd: Samferðslumálaráðið)

2018-10-05 06:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein greiður meiriluti í fíggjarnevndini tekur undir við uppskotinum hjá fyrrverandi landsstýrismanninum í samferðslumálum, Henriki Old, um at byggja eykaskip til Strandferðsluna.

Fíggjarnevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Ruth Vang, Bárður Nielsen, Kristin Michelsen, Pauli Trond Petersen, Bill Justinussen og Djóni Nolsøe Joensen taka undir við málinum, og mælir løgtinginum at samtykkja uppskotið.

Minnilutin, sum er Jacob Vestergaard, tekur undir við, at Strandfaraskip Landsins byggir/keypir avloysaraskip, men metir ikki at loysnin, sum liggur fyri, er nøktandi. Strandfaraskip Landsins eigur heldur at fáa fatur á einum skipi, sum umframt ferðafólk tekur 10-15 bilar, og sum eisini kann brúkast til útoyggjar.

Minnilutin mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Eykaskipið kostar 34 milliónir, og tørvur er á umleið 16 milliónir við eykajáttan í ár, og síðani samanlagt 18 milliónum krónum í 2019. Ætlanin er at eykaskipið skal vera liðugt miðskeiðis í 2019.

Sí eisini: Soleiðis fer tríkiljan hjá Strandferðsluni at síggja út

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder