2018-07-07 10:16
Klokkan tvey í nátt fekk løgreglan boð um, at tveir ungir menn um 20 ára aldur bardust uttanfyri eitt skeinkistað í Klaksvík.
Annar bleiv við at leggja á hin, so hann at enda tók ein knív fram fyri at royna at fáa hann at steðga.
Báðir vóru nakað fullir, og tá teir høvdu sovið rúsin av sær, vórðu teir avhoyrdir og latnir leysir.
Løgreglan er sannførd um, at ungi maðurin ikki ætlaði at hótta hin við knívinum, men bert tók hann fram fyri at verja seg sjálvan.
Eingin av teimum hevur fingið skaða, sigur vakthavandi á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald