Innanlands

Bárður á Steig Nielsen: - Blanda okkum ikki í hvønn veitara Føroya Tele velur

Danskir miðlar skriva, at soleiðis svaraði løgmaður kinesisku hóttanunum á fundinum fyri einum mánaði síðani, og at danska verjumálaráðið mælir føroyingum frá at nýta Huawei. Danski forsætisráðharrin slær fast, at føroyingar ráða sjálvir á økinum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-11 07:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Um Føroya Tele ikki ger avtalu við Huawei um 5G-netið, kunnu Føroyar gloyma alt um handilsavtalur við Kina.

Hetta skal kinesiski sendimaðurin, Feng Tie, hava gjørt greitt á fundinum millum kineiskar og føroyskar myndugleikar tann 11. november. Hesin fundurin hevur fingið nógva umrøðu seinastu stóru vikuna. Tað byrjaði við einum fútabanni, ið landstýrið umbað mótvegis Kringvarpi Føroya, ið hevði upptøkur við upplýsingum um fundin, ið landstýrið ikki ynksti skuldi koma út, og sum landstýrið metti vórðu fingnar til høldar ólógliga.

Tað var ein mikrofon, ið var á Helga Abrahamsen, tá landstýrismaðurin fekk nakrar trúnaðarupplýsingar frá Herálv Joensen, aðalstjóra í Vinnumálaráðnum, um fundin við Feng Tie fýra dagar framanundan. Eftir øllum at døma hava DR og Berlingske á ein ella annan hátt fingið fatur á upptøkunum, í øllum førum innihaldinum, tí í gjár høvdu báðir stóru donsku miðlarnir málið sum høvussøgu við upplýsingum, sum vóru beinleiðis frá upptøkunum.

Les eisini: Danmarks Radio fingið hendur á fútabannaðum ljóðfíli
Sí: video- nú eru upplýsingarnir opinbart liknir til danskar miðlar

DR sigur seg í øllum førum kenna til innihaldið, ið í høvuðsheitinum snúði seg um, at kinesiski sendimaðurin legði stórt trýst á Bárð á Steig Nielsen. Men sambært Politikken vildi løgmaður ikki boyggja seg á fundinum og segði, at landstýrið ikki fór at blanda seg í, hvønn veitara Føroya Tele velur til sítt 5G net. Kinesiska sendistovan hevur ikki vil gjørt vimerkingar um málið fyri Politikken.

Føroya Tele hevur Huawei sum veitara til sítt 4G net. Berlingske skrivar, at á fundinum 11. november var komið fram, at danska uttanríkisráðið hevði givið føroyska landstýrinum boð frá verjumálráðnum, at tað hevði verið best, um Føroya Tele ikki valdi Huawei sum veitara. Hesum hevur uttanríkisráðið víst aftur í morgun. Í Danmark er TDC givið at nýta Huawei og nýtir Ericsson til veitara. 

TV2 skrivar, at í Fólkatinginum í gjár undirtrikaði Mette Frederiksen, at Føroyar hava sjálvar ræðið innan televinnuna, men mælir til at føroyingar at nýta møguleikan at ráføra seg við Center for Cybersikkerhed í málinum.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder